The first time I was in London,
I went to the Natural History Museum
and asked if they
would let me see their collection of beetles.
One out of every four living beings on earth is a beetle.
We’ve only identified 350,000
of the three million beetles
that exist.
This time of year,
when the leaves
begin to decompose
and the trees turn tawny
from the inside out,
is the season of beetles.
The time when everything comes to an end.
I sit alone
on a tree stump
and feel it all sinking in.
I double over,
go to pieces
among
the leaves in the forest.
Fyrstu ferð eg var í London,
fór eg á Natural History Museum
og spurdi tey um
eg kundi sleppa at síggja savnið av klukkum.
Fjórða hvør livandi vera á jørðini er ein klukka.
Enn kenna vit bert 350.000
av teimum trimum milliónunum,
sum eru til.
Hendan tíðin,
har bløðini
byrja at rotna,
har trøini brúnkast
innífrá
er tíðin hjá klukkunum.
Tíðin, har alt endar.
Eg siti einsamallur
á einum træstubba
og merki alt søkka inn yvir meg.
Sorlist
millum
bløðini í skóginum,
ringi meg saman
All entomologists collect insects out of sorrow and loneliness.
Mosquitoes are drinking my blood tonight.
They (yes, it’s only the females that bite)
inject a numbing agent into the skin,
and that’s why we don’t notice
when they’re sucking our blood.
It’s the same proteins in their saliva
that make us itch after the fact.
Mosquitoes slice a little hole in the skin.
A mosquito’s proboscis is not like a straw,
it has six different tools.
Four blades
puncture the skin
to help locate blood,
one part injects saliva
that numbs the body,
and another sucks the blood.
To these creatures, I’m just a larder of blood.
Allir flugugranskarar savna flugur av sorg og einsemi.
Mýggjabitar drekka mítt blóð í kvøld,
tær (ja tað eru bert honir, ið bíta)
spræna eina doyving inn gjøgnum húðina,
tí merkja vit ikki
at hon sýgur blóðið,
aftaná er tað sama doyvingarevnið,
ið ger, at tað skriðar.
Mýggjabitar skera eitt lítið hol á húðina
teirra trantur er ikki eitt súgvirør,
men seks ymisk tól,
fýra bløð
sum skera fyri
og hjálpa við at finna blóðið.
Ein partur av trantinum sendir spýtt,
ið doyvir likamið,
meðan ein annar sýgur blóðið.
Fyri hesi kykt eri eg ein hjallur av blóði.